2014-02-12 23:23
Løgtingsformaðurin hevur í dag tilnevnt Hans Gammeltoft-Hansen sum kanningarstjóra at kanna og gera eina frágreiðing til Løgtingið, um ávíkavíst Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hava fyrisitið málið um undirsjóvartunnil undir Skálafirði og Tangafirði (Skálafjarðatunnilin) á lógligan hátt.
Tað boðar Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frá í tíðindaskrivi.
Hans Gammeltoft-Hansen er dani og 69 ára gamal. Hann varð útbúgvin løgfrøðingur í 1970 og fekk doktaraheiti í 1976. Eisini hevur hann í 10 ár verið professari í rættarvísindi við lærda háskúlan í Keypmannahavn.
Hans Gammeltoft-Hansen hevur verið Fólkatingsins umboðsmaður í 25 ár, men gavst í hesum starvi fyri tveimum árum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald