2014-08-18 18:00
ES Nevndin hevur fyrrapartin endaliga staðfest, at handilstiltøkini móti Føroyum verða sett úr gildi.
Handilstiltøkini fara formliga úr gildi mikudagin 20. august, tá ið kunngerðin er lýst.
Sostatt ber aftur til at landa og útflyta makrel og sild til ES, eins og at umskipa makrel og sild í ES havnum.
-Nú vinnan aftur hevur atgongd til ES marknaðin, hækkar okkara samlaða útflutningsvirði væntandi enn meira. Okkara viðurskifti við ES eru nú aftur í rættari legu. Hetta er fyrsta stigið til eitt betri og breiðari samstarv við ES, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Tá ið handilstiltøkini formliga verða sett úr gildi, er avgjørt at steðga báðum gerðarrættarmálunum móti ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald