Politikkur

Handilsframbrot í Turkalandi

...

2014-09-10 23:33 Author image
placeholder

Føroyar og Turkaland eru á gáttini at undirskriva ein fríhandilssáttmála.

Seinastu tveir dagarnar hava samráðingarfólk frá Uttanríkistænastuni og TAKS tingast við turkiska samráðingarnevnd í Ankara.

Seinnapartin eydnaðist pørtunum endaliga at semjast um sáttmálatekstin í komandi fríhandilssáttmála millum Føroyar og Turkaland.

Hetta er eitt veruligt frambrot, tí tað eru heili 15 ár síðan, at samráðingartilgongdin byrjaði.

-Føroyskur uttanríkispolitikkur er í einari spennandi legu. Turkaland er ein stórur og vaksandi marknaður fyri bæði laks og uppsjóvarfisk. Í løtuni er okkara útflutningur til Turkalands nógv tarnaður av høgum tolli á uppsjóvarfiski og laksi. ES og EFTA hava fríhandilssáttmála við Turkaland, og tí hava okkara útflytarar higartil havt torført við at kappast við eitt nú íslendingar, norðmenn ella skotar. Hetta verður vónandi skjótt søga, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Komandi fríhandilssáttmálin við Turkaland, tá ið hann er undirskrivaður og settur í gildi, tryggjar føroyskum fyritøkum tollfría marknaðaratgongd fyri allar vørur av týdningi fyri Føroyar.

Talan er tí um ein slóðbrótandi sáttmála, sum kann fáa stóran týdning fyri okkara útflutningsvinnu.

Lagt er upp til, at sáttmálin verður undirritaður á ráðharrastigi seinni í ár.

Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri fyri Uttanríkistænastuna, hevur staðið á odda fyri føroysku sendinevndini.

Samráðingartoymið taldi - umframt trý samráðingarfólk úr Uttanríkistænastuni - eisini tollserfrøðing frá TAKS.

Mynd: Gunnar Holm Jacobsen, samráðingarleiðari og Murat Yapici, Director General for EU Affairs, Ministry of Economy

Kelda: Tinganes.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder