Ítróttur

Hálvmarathon verður í Vágum í dag

...

2014-09-06 14:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FR??LSI: Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum skipar fyri eini hálvmarathon renning í dag. Teinurin runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági. Tað eru 88 rennarar tilmeldaðir til kappingina, sum byrjar klokkan 11.

Tað var 4. mars í 2004 at ítróttarfelagið Frælsi bleiv sett á stovn og verður tíggjunda árið fagnað við at renna eftir føroya flottastu hálvmarathon rutu. Runnið verður gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Byrjað verður við skúlan í Gásadali og málið er við kirkjuna í Sandavági.

Rennarnir møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Møguligt verður hjá luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús. Av Giljanesi verður farið við bussi kl. 10.30 til Gásadals, starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5km verður ein vatnpostur.

Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum sum fara at heppa á rennarnar tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder