2014-04-19 14:53
Vit hava fingið Hall Danielsen, at meta um seinnu mansfinaluna, sum verður í Kollafirði klokkan 19:00.
??rslitið í fyrsta finaludystinum hjá monnum millum VÍF og KÍF var 26-26. Vit sóu ein sera vælleiktan, væl dømdan, javnan og dramatiskan dyst. Vit sóu tvey svong lið, sum spældu sum stóð tað um lív. Hetta var ikki bara eitt stríð um at gerast føroyameistari, Hetta var slagið um Norðstreym.
Næsta og møguliga avgerðandi finalan í Kollafirði verður, vænti eg, eins spennandi og dramatisk. Eg unni báðum pørtum at vinna, men bert ein vinnari kann verða.
Les eisini: JN.fo fylgir báðum finaludystunum í hondbólti.
Vestmenningar hava breiðari hóp og fleiri streingir at spæla á, men kollfirðingar eru betri samanspældir. Hjá vestmenningum ræður um at fáa leikararnar tendraðar rætt, tí vit vita at kollfirðingar stríðast til seinasta dropa.
Hjá VÍF kundi eg hugsa mær, at sæð Julian Olsen meira á vinstra vongi, eins og eg haldi, at VÍF saktans kann satsa meira í kontraspælinum.
KÍF skal brúka Andrias minni, fyri at fáa meira frá honum og so skulu teir leggja størri trýst á miðverjuna hjá VÍF, sum fer at sigla um ferðin í bakspælinum er nógv høg.
Tað er torført at meta um úrslitið, men eg vænti, at vit fáa ein javnan dyst.
Les eisini: Morten Hust metir um seinnu kvinnufinaluna.
Tað eru nøkur ár síðani, at VÍF seinast var føroyameistari og eg haldi at leikarar sum Eli, Sámal og Agnar hava uppiborið tað. Hinvegin sær framtíðin hjá VÍF undir øllum umstøðum bjørt út. Ungdómsliðini hava gjørt tað framúr í vetur og felagið fer í minni og minni mun at vera tengt at útlendskum leikarum.
Í KÍF spæla tríggir svágrar, so lætt er at skilja, at eg unni teimum væl. KÍF er eitt felag í vøkstri og hóast teir neyvan vera eins sterkir næstu árini, sum teir hava verið tey seinastu, so er framtíðin eisini bjørt hjá KÍF.
Eg gitið, at úrslitið verður 25 - 25, og at avgerðin má bíða til 2. Páskadag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald