2014-09-25 03:37
Hagstova Føroya var í farnu viku vertur fyri ráðstevnu um handils- og gjaldsjavnahagtøl. Umboð fyri norðurlendsku hagstovurnar og hagstovuna í Niðurlondum vitjaðu í Føroyum.
- Tað er mennandi fyri ein lítlan stovn sum okkara, at bjóða øðrum hagfrøðingum hendan veg og fáa samstarv í lag í atljóða høpi, sigur Ingemar Guttesen, sum saman við Petur Mohr Dam skipaðu fyri ráðstevnuni. Ráðstevnan millum hesi londini er annaðhvørt ár og átti Føroyar lut hesuferð.Høvuðsevnið var spurningurin um, hvussu Hagstovur kunnu skipa innheinting og góðskutrygging av hagtølum um uttanríkishandil og gjaldsjavna. ??ll londini hava hagtøl um uttanlandshandil av vørum og tænastum, umframt uppgerð av ogn og skuld. Á ráðstevnuni í Havn vórðu arbeiðs- og innheintingarhættir viðgjørdir.
Kelda: Hagstovan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald