Eftir at Landsbanki Føroya varð avtikin, hevur eingin búskaparlig meting um útlitini verið tøk, men nú hava Hagstova Føroya og Búskaparráðið fingið í lag samstarv um felags arbeiði við framrokningum av ymsum pørtum av føroyska tjóðarroknskapinum. Arbeiðið við framrokningum av tjóðarroknskapinum tekur støði í sama búskaparmyndli, ið var partur av greiningararbeiðinum í Landsbankanum. Hesin myndil verður í dag umsitin á Hagstovuni.
Fyri árini 2014 og 2015 verður framroknaður nominellur vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni á ávikavist 4,6% og 4,3%. Vøksturin fyri lønarútgjaldingarnar verður fyri somu ár framroknaður til ávikavist 5,5% og 4,0% (sí talvu 1).
Fyrivarni skulu takast við einhvørjari framskriving, og tess longri fram í tíð framroknað verður, størri er óvissan. Tískil eru fortreytir fyri 2015 ásettar í trimum førum. Sum sæst á mynd 1, verður í tí verra førinum roknað við nominellum BT??-vøkstri omanfyri 3%. Við vanligum miðal árligum prísvøkstri seinnu árini undir 2% kann tískil væntast framhaldandi realur búskaparvøkstur í 2014 og 2015.
Grundarlagið til framrokningar í búskaparmyndlinum eru ymsar útgávur av tjóðarroknskaparuppgerðum hjá Hagstovuni. Til hesa framrokningina fyriliggur endaligur avstemmaður tjóðarroknskapur til og við 2009, uppgerðir av konti fyri framleiðslu og inntøkuskapan býtt á geirar og vinnugreinir til og við 2012, umframt bráðfeingisuppgerð fyri virðisøkingina á vinnugreinir til og við 2013.
Til framrokningina fyri árini 2014 og 2015 fyriliggja fortreytir viðvíkjandi øllum konti í tjóðarroknskapinum, men hædd verður eisini tikin fyri søguligum holum í tjóðarroknskapinum. Sostatt verður mett um ávísar partar av tjóðarroknskapinum frá 2010, m.a. býti av uppruna inntøkuni, nýtslu og íløgur fyri ymsu geirarnar í búskapinum. Sum dømi er bruttovirðisøkingin býtt á vinnugreinir tøk fyri 2013, men uppgerðin fyri, hvagar framleiðslan endar, er ikki tøk. Greiningararbeiðið og metingar fevna sostatt ikki einans um framtíðarútlit, men hædd skal takast fyri ókendum søguligum viðurskiftum eisini.
Smb. talvu 2 verður mett fyri í ár, at av samlaða BT??-vøkstrinum á 4,6% stava 2,6% frá vøkstri í privatari nýtslu og 0,6% frá vøkstri í almennari nýtslu. Samlaðu privatu íløgurnar verða mettar óbroyttar í 2014 í mun til 2013, tó verður mett, at innlendsku framleiddu íløgurnar eru vaksandi, og íkastið til samlaða vøksturin er 1,5%. Íløgurnar hjá landinum verða mettar at hava eitt ískoyti á 1%, meðan broytingin í goymslum hevur íkast á -5,3%. Fyri 2015 er myndin nøkulunda lík 2014, tó heldur vøksturin í landsíløgunum ikki fram, meðan vøkstur í goymslum gevur ískoyti á 2,2% til samlaða BT??-vøksturin á 4,3%.
Verður hugt at framleiðsluni (talva 3) vísir framrokningin, at allir vinnubólkar hava positivt ískoyti til samlaða vøksturin í ár og komandi ár. Innan tilfeingisvinnur verður mett, at ískoytið í ár frá fiskiveiðu er 0,8% og frá alivinnuni 0,5%. Ískoytið til vøksturin í ár frá privatu tænastuvinnunum stavar serliga frá vøkstri í sjóflutningi (1,5%) og byggivinnuni (0,7%). Í 2015 verður mett, at ískoytið frá tilfeingis- og framleiðsluvinnum minkar, meðan vøksturin í privatu tænastuvinnunum í 2014 heldur fram í 2015, harav byggivinnan hevur ískoyti á 0,6% til samlaða vøksturin í virðisøkingini.
Tølini fyri framrokningina eru at finna í hagtalsgrunninum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald