Vinna

Hagstova Føroya ger nú konjunkturbarometrið

...

2015-06-29 19:48 Author image
placeholder

 Hagstova Føroya ger nú konjunkturbarometrið, ið Fíggjarmálaráðið áður hevur staðið fyri. Hetta merkir, at Hagstovan innsavnar upplýsingarnar, greinar og leggur tølini fram eftir vanligum leisti hjá Hagstovu Føroya. Hagtølini úr spurnarkanningunum eru dagførd og finnast í hagtalsgrunninum eins og onnur hagtøl.


Konjunkturbarometrið er ein samamseting av ymiskum vísitølum, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Barometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein kvalitativ spurnarkanning av, hvussu lyklabólkar í samfelagnum meta um gongdina, ið verið hevur, støðuna í løtuni  umframt hvørjar vánir, hesi síggja fyri framman. Talan er um ein kanningarhátt, ið flestu evropeisk lond hava nýtt í áratíggjur.

Yvirskipað hava vinnu- og brúkarakanningar av hesum slag sum endamál at geva ábendingar um búskapar- og fíggjarviðurskifti í samfelagnum, sum vanliga ikki eru staðfest, fyrr enn vanligar hagtalsuppgerðir eru fingnar til høldar ??? í ávísum førum ganga ár. Vísitølini eru sostatt m.a. ætlað at stuðla eftirlits- og fíggjarstovnum o.ø. áhugaðum í breiðari greiningum av fíggjar- og búskaparstøðu og stutttíðar framrokningum av vinnuligum viðurskiftum og samlaða búskapinum.

Vísiltølini fyri tær 5 kanningarnar eru løgd í 17 talvur, sum eru at finna í hagtalsgrunninum.

Kanningarháttur og lýsing av hugtøkum
Konjunkturbarometrið er felagsheiti fyri 5  kvalitativar spurnarkanningar, ið verða gjørdar tvær reisir árliga. Brúkararakanningin verður gjørd soleiðis, at 500-550 tilvildarliga valdir persónar verða uppringdir og fáa 15 spurningar at svara um peningalig viðurskifti og teirra meting av búskapargongdini í Føroyum. Í teim fýra kanningunum fyri vinnuna verða tilsamans umleið 100-120 virkir vald út og vektað eftir starvsfólkatalinum, soleiðis at øll vinnan er umboðað. Hesir fýra bólkarnir svara spurnarbløðum við millum 5 og 15 spurningum. Vinnuvirkini nýtast ikki at vera tey somu til hvørja kanning, tí virkir kunnu halda upp at við sínum virksemi, men tá verða onnur virkir spurd ístaðin, soleiðis at øll vinnan altíð er umboðað.

Niðanfyri er víst, hvussu nógvir spurningar eru í brúkarakanningini og teimum fýra kanningunum fyri vinnubólkarnar, og hvussu hesi eru vektaði í samanvigaða vísitalinum tilsamans:
- Brúkarar fáa 15 spurningar og vekta 20% í samanvigaða vísitaliinum
- Tilfeingisvinnan og annar ídnaður fær 15 spurningar og vektar 40% í samanvigaða vísitaliinum
- Tænastuvinnan fær 5 spurningar og vektar 30% í samanvigaða vísitaliinum
- Handilsvinnan fær 5 spurningar og vektar 5% í samanvigaða vísitaliinum
- Byggivinnan fær 6 spurningar og vektar 5% í samanvigaða vísitaliinum

Spurningarnir eru ymiskir fyri hvønn bólkin og svarmøguleikarnir somuleiðis. Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum tríati londunum, ið luttaka í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar upp, er eisini tann sami.

Í flestu spurningunum hevur vinnan tríggjar svarmøguleikar, og brúkarin hevur 5 og 6 svarmøguleikar. Vinnnan kann svara játtandi, sýtandi ella neutralt til hvønn einstakan spurning. Brúkarin kann svara avgjørt játtandi ella sýtandi, minni játtandi ella sýtandi, neutralt ella veit ikki. Neutralu svarúrslitini og veit ikki verða soldaði frá. Hjá vinnuni verða játtandi svarini faldað við 1 og sýtandi svarini við -1. Hjá brúkarunum verða avgjørdu svarini falda við 1 og -1 og minni avgjørdu svarini við 0,5 og -0,5. Nettotalið til hvønn einstakan spurning verður so eitt tal, sum liggur millum minus 100 og pluss 100.

Umframt omanfyri lýsta slag av spurningum, so verður eisini spurt um framleiðsluavmarkingar og bíleggingar í tal av mánaðum. Í báðum førum verður miðal av svarmøguleikum lagt í útgávutalvu.

Tað er umráðandi at gera greitt, at eitt einstakt nettotal einans hevur innihald og virði, um tað verður sammett við søgulig tøl fyri júst sama spurning. Eitt hóskandi og ráðiligt tal at samanlíkna eitt einstakt tal við er miðal fyri allar undanfarnar kanningarnar av sama spurningi.

Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið nýtt verða í konjunkturbarometrinum, (sum er felagsheitið fyri allar 5 spurnarkanningnarnar). Hesi eru nettotal, vísital og samanvigað vísital.

Nettotal
Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning, og niðanfyri eru tvey dømi sett upp, ið lýsa munin í útrokning av nettotali í mun til ymsar svarmøguleikar.

Dømi 1:
Ein spurningur í kanningini til tænastuvinnuna hevur orðingina "Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?".
Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru tríggir: 1) Vaksandi, 2) ??broyttur og 3) Minkandi.
Tá allar umleið 30 tænastufyritøkurnar hava svarað, kann %-býti av svarmøguleikunum síggja soleiðis út:
- Vaksandi: 52
- ??broyttur: 46
- Minkandi: 2

Hetta gevur eitt nettotal fyri spurningin á 50. Tað merkir, at 50 prosentstig fleiri (52 minus 2) svaraðu játtandi enn sýtandi. Tey, sum svaraðu, at eftirspurningurin hevur verið óbroyttur, verða soldaði frá.

Dømi 2:
Ein spurningur í kanningini til brúkararnar hevur orðingina "Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?".
Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru 1) Nógv betur , 2) Nakað betur, 3) ??broytt, 4) Nakað verri, 5) Nógv verri og 6) Veit ikki.
Tá allir uml. 500-550 brúkararnir hava svarað vegna sítt húsarhald, kann %-býtið av svarmøguleikunum t.d. síggja soleiðis út:
- Nógv betur: 3
- Nakað betur: 16
- ??broytt: 49
- Nakað verri: 25
- Nógv verri: 6
- Veit ikki: 1

Í hesum føri verður býti av svarmøguleikunum vigað. "Nógv betur" telur 1, "Nakað betur" telur 0,5, "Nakað verri" telur -0,5 og "Nógv verri" telur -1. Tey, sum ikki vita og tey, sum siga, at fíggjarstøðan er óbroytt, verða soldaði frá. Nettotalið verður í døminum (3 + 0,5 x 16) - (0,5 x 25 - 6) = -8.

Eitt nettotal kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Vísital
Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður eitt vísital roknað.

1. Vísitalið fyri brúkarakanngina verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 4 spurningum:
- Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú arbeiðsloysi broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
- Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?

2. Vísitalið fyri kanningina av tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu meta tit um samlaðu bíleggingarnar í løtuni?
- Hvussu er við goymsluni av lidnum vørum í løtuni? (negativt fortekn)
- Hvussu vænta tit at gongdin í tykkara framleiðslu fer at verða komandi 12 mánaðirnar?

3. Vísitalið fyri kanningina av byggivinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 2 spurningum:
- Metir tú, at tykkara samlaðu bíleggingar í løtuni eru ...?
- Hvussu vænta tit, at tørvurin eftir arbeiðsfólki broytist komandi 12 mánaðirnar?

4. Vísitalið fyri kanningina av handilsvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin í virkseminum/søluni hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú, at støddin á vørugoymsluni er í løtuni (í mun til vanliga stødd)? (negativt fortekn)
- Hvussu kemur gongdin í virkseminum/søluni væntandi at vera komandi 12 mánaðirnar?

5. Vísitalið fyri kanningina av tænastuvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
- Hvussu hevur gongdin hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu vænta tit, at eftirspurningurin (í umsetningi) broytist komandi 12 mánaðirnar?

Eitt vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Samanvigað vísital
Við støði í vísitølunum frá øllum fimm kanningunum verður eitt samanvigað vísital roknað við fylgjandi vektum:
1. Vísital frá brúkarakanningini: 20%
2. Vísital frá kanningini av tilfeigisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Vísital frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Vísital frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Vísital frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%

Eitt samanvigað vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100, tað skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder