Dysturin í Hoyvíkshøllini í dag millum H71 og KÍF í AA-deildini, gjørdist javnur og spennandi allan vegin ígjøgnum. Liðini skiftust um at liggja omaná. H71 vann dystin 25-24, eftir at støðan í hálvleikinum var 12-14 til KÍF.
KÍF hevur verið í einum aldudali tað seinastu tíðina, men í dag var tætt við, at teir komu upp á alduryggin.
VÍF og KÍF, sum bæði hava leikt 19 dystir, liggja ovast á stigatalvuni við ávikavíst 26 og 25 stigum. StÍF sum vann á Neistanum í dag, hevur 20 stig og Kyndil, sum vann á TK í gjár, hevur 19 stig, men tey hava leikt 18 dystir - sí stigatalvuna niðast.
Sí eisini: StÍF vann á Neistanum - myndir.
H71: Ári Dam, Tóraldur Kollsker, Hans Kári Hansen, Høgni Olafson, Rúni Højgaard 3, Bogi G. Davidsen 2, Esbern Paturson 8, Birgir Poulsen 2, Jónas Djurhuus 4, Bogdan Florea 4, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1, Andor Sivertsen, Tróndur Arge og Djóni Højgaard.
KÍF: ??la Kristian Djurhuus, Jaspur Joensen, Janus Jakobsen, Magnus Muller, Rasmus Junker 3, Pætur Johannesen 1, Teitur Joensen 1, Hjalti H. Matras, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Nicklas Selvig 11, Rógvi Weyhe 2, Rúni Joensen 1, Jákup Trygvason 2 og Vilhelm Magnussen.
Støður:
5. min. 1-1
10. min. 5-3
15. min. 7-7
20. min. 9-8
25. min. 10-11
30. min. 12-14
35. min. 14-17
40. min. 15-18
45. min. 17-20
50. min. 20-21
55. min. 23-23
60. min. 25-24
Dómarar: Uni Wardum og Heri Petersen
Áskoðarar: 300
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald