2017-05-01 19:27

Tað vóru sorgartíðindi at frætta í morgun, at Henrik Gerster - okkara fyrrverandi stórleikari og venjari - doyði í gjárkvøldið einans 52 ára gamal.
Henrik Gerster - ella Gerster sum vit vanliga róptu hann - kom sum blaðungur í 1987 til felagið at vera spælandi venjari. Við ungari manning var lagt til brots og megnaði liðið at røkka einum 3.plássið. Við eini øtiligari skotstyrki bleiv Gerster eisini toppskjútti í bestu deildini tað árið við 123 málum ??? hóast hann bleiv mansvardur mest sum hvønn dyst. Hann lyfti føroyskan hondbólt upp á eitt hægri støði og fekk H71 at blanda seg millum tey størru feløgini við at vinna á øllum teimum ??? tó, at tað ikki rakk til meistaraheitið.
Liðið 1987: Henrik, Gunnar D.,Sámal, Kim, Olaf, Brian Jákup Símun, Gunnar M., Bogi, Hákun, Erland og Høgni
Tað bleiv í tí umfarinum bert til tað eina árið. Síðani lá leiðin aftur til Danmarkar, har hann vann fleiri meistarheitið við stórfelagnum GOG. Eisini leikti hann yrkishondbólt í Týsklandi og var á danska landsliðnum. Tá hansara yrkisleið sum hondbóltsleikari leið móti endanum, so vendi H71 sær aftur til hansara. Hann kom aftur til felagið í 2003 sum leikandi venjari. Henrik Gerster búsettist síðani í Føroyum, og vandi hann seinri eisini fleiri onnur feløg, og vann fleiri meistaraheitið við teimum. Men tað tóktist sum um, at hann so ella so altíð var H71'ari. Frá fyrstu árunum varð vinskapur knýttur við ???87-liðið??? - og Gerster var trúgvur. Í fjør - á 45-ára veitsluni hjá felagnum - helt hann eina góða røðu og mintist árini. Sum Gerster plagdi at siga: ???jeg er så glad og stolt over at det går godt for H71, og jeg føler, at jeg ejer en del af det???.
So seint sum seinasta leygarkvøld kom hann á gátt í Hoyvíkshøllini at heiðra og ynskja felagnum til lukku við meistaraskapinum. Tað var skjótt, at fleiri av hansara manning frá 1987 samlaðust rundanum um hann til skemtiligt hugnaprát.

Takk fyri alt tú gav felagnum H71, føroyskum hondbólti, vinskap og skemt uttanfyri vøllin. So leingi, sum H71 livir, verður navn títt ikki gloymt!Hvíl í friði ! Jákup Símun og Gunnar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald