FSF: Jesús Gutierrez, fyrrverandi ungdómsvenjari hjá Real Madrid, hevur um vikuskiftið lært føroyskar venjarar um leiklutin hjá einstaka spælaranum á vøllinum, og um venjingarháttir.
Jesús Gutierrez, sum vanliga verður nevndur Guti, var høvðusgesturin á ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri um vikuskiftið.
Spanski ungdómsvenjarin, sum hevur eina fortíð í Real Madrid, brúkti millum annað drúgva tíð upp á at greiða frá, hvønn leiklut, ið hvør einstakur spælari hevur á vøllinum og fyri liðið.
Hansara grundhugsan er, at kennir tú tín leiklut og tína ætlan á vøllinum, so veist tú eisini hvørjar eginleikar tú skal venja. Guti hevði eisini venjingar á Tórsvølli, har hann vísti á nakrar venjingar, sum hann metir eru týdningarmiklar, fyri at ein ungdómsspælari kann mennast.
Aftaná framløguna, sum var í B36-húsinum, og venjingina á Tórsvølli fríggjakvøldið fekk FSF Varpið orðið á Jesús Gutierrez.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald