Munnligur fyrispurningur settur
Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum
um trupulleikarnar við lesiveikum og orðblindum í fólkaskúlanum.
1. Hvørji átøk seta myndugleikarnir í verk fyri at basa trupulleikanum við lesiveikum og orðblindum?
2. Hvussu nógvir tímar eru settir av til orðblindalærarar í fólkaskúlunum, í mun til tað sum tørvurin er mettur at vera?
3. Hvussu nógvar sernámstímar til lesiveik/orðblind veitir Sernám, í mun til tímatalið, ið verður umbiðið frá skúlunum?
4. Heldur landsstýrismaðurin, at eitt veruligt og skipað skúlatilboð átti at verið til lesiveik og orðblind?
Viðmerkingar:
Tað er staðfest í mongum kanningum, at alt ov nógvir næmingar fara úr fólkaskúlanum uttan at hava lesi- og skriviførleika. Serfrøðin metir, at talið liggur um eini 15-20 prosent av hvørjum árgangi, meðan tað ikki átti at verið hægri enn hálvtannað til trý prosent. Nógv tann mesta serundirvísingin botnar í vantandi lesi- og skriviførleika. Studentaskúlin arvar hesar trupulleikar og hevur nú sett serlærara í orðblindni, og sum skilst verður næstan triðji hvør næmingur í studentaskúlanum mettur at hava trupulleikar at lesa og skriva.
Hetta er tískil ein ovurstór avbjóðing, sum má takast í størsta álvara frá myndugleikunum.
Lesivegleiðar eru útbúnir, men teir fáa ikki brúkt sínar nýggju førleikar til fulnar, tí teir hvørki hava nóg nógvar tímar ella nóg smidliga skipan, viðv. tímaskráseting tá teir ferðast millum skúlar. Somuleiðis eru 18 orðblindalærarar útbúnir, men enn er ongin tími játtaður til orðblindaundirvísing í fólkaskúlanum. Harumframt forða praktiskir trupulleikar orðblindalærarum í teirra arbeiði, t.d. riggar ???Orðabankin??? ikki og alt, alt ov torført er at fáa fatur á ljóðbókum.
Allir skúlar biðja um nógvar ferðir fleiri tímar enn tey fáa frá Sernámi. Dømi er um næming, sum Sernám greinaðitil at hava tørv á fullum stuðli í 1. flokki (t.e ca 22tímar) , meðan allur skúlin hjá næminginum fekk 10tímar. Orðblindalærar og avvarðandi siga, at tað besta fyri tey orðblindu er eitt veruligt skúlatilboð. Eins og serflokkar eru skipaðar á ymsum skúlum fyri børn við autismu og við ADHD, átti eisini serstovur og eitt málrættað tilboð at verið til lesiveikar og orðblindar næmingar. Hetta eigur at vera sjálvsagt at hugsa inn, tá nýggir skúlar verða bygdir, sum t.d komandi nýggi Vesturskúlin og nýggi skúlin í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald