Mentan

Gunnar fíggjarleiðari næsta árið

...

2014-07-03 17:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hálvan juli fer Ata Jacobsen, fíggjarleiðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, væntandi í barnsburðarfarloyvi. Í hennara stað kemur Gunnar K. Nattestad at starvast sum fíggjarleiðari næsta árið.

Gunnar er útbúgvin cand.merc. í altjóða handli frá Copenhagen Business School og hevur millum annað arbeitt hjá Landsbanka Føroya og BankNordik áður. Seinastu tíðina hevur hann arbeitt sum arbeiðsmaður hjá alivirki og hjá byggifyritøku.

Gunnar er 43 ára gamal, ættaður úr Miðvági og býr í Sandavági. Hann er giftur við Helgu Nordendal og tey eiga 4 børn.

Høvuðsuppgávurnar hjá fíggjarleiðaranum er at leiða og sita fyri øllum fíggjarviðurskiftum hjá Heimamissiónini og fyritøkum hennara, sum eru Leguhúsið í Nesvík, Trúboðin og Heimamissiónsforlagið. Eisini leiðir fíggjarleiðarin dagligu fyrisitingina hjá Heimamissiónini, har skrivstovufólk (80 %) og bókhaldsfólk (hálva tíð) eisini starvast.

Kelda: trúbodin.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder