2015-07-07 11:55

Gulllaksaskipini hava havt góðan fiskiskap - øll eru fullfermd.
Polarhav og Stjørnan landa í morgun á Kósini, teir hava 240 tons, sum verða seld til Tavuna í Leirvík.
Vestmenningur og Skoraberg landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir hava eisini 240 tons.
Leygardagin landaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin til Tavuna, teir høvdu 300 tons.
Skipini hava roynt vestan- og sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald