Vinna

Gulllaksaskipini landa 360 tons

...

2013-08-19 03:15 Author image
placeholder

 Í gjár landaðu Polarhav og Stjørnan í Runavík, teir høvdu 200 tons, sum Tavan í Leirvík tók ímóti. Polarhav og Stjørnan hava roynt vestur úr Mykinesi.

Í kvøld koma Vestmenningur og Fram á Kollafjørð við 160 tonsum, sum verður landað til Faroe Pelagic, teir byrja at landa á miðnátt. Vestmenningur og Fram byrjaðu túrin á Lúsabanka, men fluttu skjótt longur norður - vestur úr Mykinesi.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum eisini hava roynt eftir gulllaksi, eru farnir á makrel- og sildaveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder