Vinna

Gullberg sokkin á makrelfeltinum

...

2013-07-31 15:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
??ll manningin varð bjargað í øllum góðum, tá trolarin Gullberg sakk á feltinum norðanfyri tíðliga í morgun. Eitt stórt rør í maskinrúminum brast, og lekin var so stórur, at einki var at gera. 
Gullberg partrolar við Sjagaklett, og manningin er bjargað av Sjagakletti, sum nú siglir inn, í løtuni er Sjagaklettur staddur á 63,3 N og 7V.
Veðrið er gott og nógv skip á feltinum.

kl. 11.15 tíðindaskriv frá MRCC.

Kl 0815 ímorgun fekk MRCC-Tórshavn boð frá alarmcentralinum um, at Trolarin Niels Pauli hevði boðað frá, at trolarin Gullberg hevði brúk fyri pumpum , tí hann lak illa í maskinrúminum.

Gullberg, sum partrolaði við Sjagakletti, var staddur á makrelfeltinum norðanfyri. Á somu leið vóru eisini millum aðrar Niels Pauli, Steintór og móttøkuskipið Atlantic Orion.

Tyrlan og Brimil fingu boð um at fara til hjálpar.

Tvær pumpur blivu fluttar umborð á Gullberg, ein frá Niels Paula og ein frá Atlantic Orion. Men hóast hetta eydnaðist ikki at halda skipinum lens.

Kl 0841 boðar Niels Pauli frá, at nú eru bert tríggir menn eftir umborð á Gullberi, sum nú flýtur tungt í sjónum og hevur stóra slagsíðu.

Kl 0853 boðar Niels Pauli frá, at øll manningin á Gullbergi, níggju í tali, er bjargað umborð á Sjagaklett. Tað vóru mob bátarnir hjá Niels Paula og Sjagakletti, sum fluttu manningina av Gullbergi umborð á Sjagaklett. Gullberg hevur nú 70 stig slagsíðu, og hekkan er um at fara undir.

Kl 0901 boðar Niels Pauli frá at Gullberg er sokkin á positión 63º30,5 N 007º15,7V.

Mrcc Tórshavn.

Kl 1030 31 juli 2013

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder