JN

Guðstænastur í Vága prestagjaldi jólaaftan 2021

...

2021-12-22 19:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú vit ikki kunnu hittast til guðstænastu á jólum, fara vit at hava uttandura guðstænastur í prestagjaldinum soleiðis jólaaftan:

Sørvágs kirkja. Guðstænasta á Stakka í Sørvági kl. 16.00 við Ingu Poulsen Dam. Partur av barnakórinum í Libanon syngur.

Sandavágs kirkja. Guðstænasta í Miðstaðarøkinum kl. 16.00 við Marjun í Kálvalíð. Barnakórið í Saron syngur.

Miðvágs kirkja. Guðstænasta á Tungu kl. 17.00 við Marjun í Kálvalíð. Hornblásarar spæla.

Vága prestagjald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder