Hola er kanska rætta byrjanin her úr Lisboa. Eitt 4 pláss blev tað til og Persónlig Rekord vid tíðini 4.01.15.
Eg kom illa frá svimji startinum, tað føldist sum eitt langt slagsmál vid hinar um plássini fyrstu 500 metrarnar, men so var sum at tað loysnaði, felti skrædnaði og eg var røttu megin, og so fekk eg arbeiðs ...frið, eg kom á súkkluna sum nummar 6, men eg trampaði væl í pedalirnar og kom tí eisini uppá á 4 plássið áðrenn fari var undir renningina, eg legði út við góðum pace, og vísti tað seg skjótt at verða væl hægri enn maðurin á 3 plássinum, sum er skjótur rennari, tað gav mær verðuliga blóð á tonna, og royndi eg so at økja tempo'i sum eisini helt. Á mál linjuni vóru tað um 30 sek sum skilti meg frá 3 plássi, men tá hevði eg runnið hann inn við 3 min.
Ellars kann sigast at tað var kókandi heitt ( 30+ ) og super sterkt felt, so eg eri væl nøgdur og tendraður víðari. Takk fyri uppbakning tit, tað ger veruliga sítt til.
Nakað soleiðis skrivar Guðmundur á sínum Facebook profili eftir
1/2 Ironman kapping í Lisboa í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald