Vinna

Grønlendsku skipini siga Føroyum farvæl

...

2015-05-15 00:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ein knútur er komin á millum grønlendsku skipini, sum plaga at landa í Føroyum og Heilsufrøðisligu-starvsstovuna. Um knúturin ikki verður loystur, so siga grønlendsku skipini Føroyum forvæl, og harvið missir føroyska samfelagið 10-tals milliónir.

Grønlends skip hava landað í Føroyum í meira enn 25 ár, men nú knappliga er ein stórur trupulleiki uppstaðin, sum ger, at grønlendsku skipini ikki kunnu landa í Føroyum - Heilsufrøðisliga-starvsstovan vil ikki geva grønlendsku skipunum heilsuváttan uppá fiskin - harvið er ómøguligt at landa veiðuna í Føroyum.

Grønlendsk skip hava landað bæði tosk, rækjur og svartkalva í Føroyum. Tað hevur givið nógv arbeiði her á landi, harafturat hava tey samstundis keypt útgerð, olju o.a. her, eisini eru stór viðlíkahaldsarbeiðir gjørd millum túrar, sum hava givið skipasmiðum o.ø nógv arbeiði, so talan er um fleiri 10-tals milliónir árliga, sum vit nú standa at missa.

Polar Princess er eitt av skipunum, sum javnan hevur landað í Føroyum. Teir landaðu hendan túrin í Íslandi, tí trupulleikin við Heilsufrøðisligu-starvsstovuni, ger at ómøguligt er at landa í Føroyum. Tann trupulleikan hava teir ikki í Íslandi.

Teir høvdu verið 6 vikur til fiskiskap í Eystur-Grønlandi - eftir svartkalva - Polar Princess hevði 720 tons, nú teir landaðu í Hafnafirði í Íslandi.

Polar Princess kom á Kollafjørð í dag, eftir útgerð, sum teir hava havt á goymslu í Kollafirði, men tað verður helst seinastu fer teir koma her eftir útgerð, um teir ikki sleppa at landa veiðuna her samstundis.

Polar Princess fer nýggjan túr í morgin, leiðin gongur í Barentshavið á toskaveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder