2014-12-06 04:19
Grønlendski trolarin Sisimiut kemur á Havnina í kvøld. Sisimiut hevur verið á svartkalvaveiðu í Grønlandi, teir hava fiskað alla kvotuna, eisini hava teir toskakvotu í Barentshavinum, sum teir fiskaðu í januar og februar.
Tað er skálamaðurin Ivan D. Olsen, sum er skipari á Sisimiut
Í Havn leggja teir svartkjaftatrolini upp á Vónini og taka toskatrolini umborð, sum eru umvæld á Vónini.
Sisimiut skal á verft í Assens, har m.a. frystiútgerðin skal skiftast út, mett verður, at skipið verður á verft í 8-9 vikur.
Sisimiut heldur leiðina fram til Danmarkar í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald