Vinna

Grønlendska skipið Tasiilaq slapp ikki at landa í Íslandi

...

2014-09-19 14:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Grønlendska skipið Tasiilaq skuldi í gjár landa í ??órshöfn, sum liggur á Langanesi í Íslandi. Men íslendingar søgdu nei, tí skipið hevði fiskað av grønlendsku kvotuni í Eystur-Grønlandi - somu grundgeving, sum teir høvdu tá ið Næraberg var í Reykjavík.

Tasiilaq setti tí kós móti Føroyum við veiðuni, sum er uml. 700 tons av frystum sildafløkum, sum skal landast í Kollafirði, 6-700 tons, sum skal til fiskamjøl til Havsbrún og uml. 200 tons av feskari sild, sum skal landast til Faroe Pelagic í Kollafirði.Tasiilaq kom á Kollafjørð í nátt.

Tað eru 4 grønlendsk skip sum í løtuni fiska sild við Eystur-Grønland - ein teirra er fyrrverandi Skálaberg, so helst koma tey eisini at landa í Føroyum.

Tað er felagið Royal Greenland Pelagic, sum eigur Tasiilaq, íslendingar eiga 10% í felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder