2014-09-26 01:48
Grønlendingar eru givnir at fiska makrel í Eystur-Grønlandi, nú var eingin makrelur at fáa, tað seinasta skipið gavst í dag, tað skrivar KNR.gl.
Grønlendingar høvdu eina kvotu uppá 100.000 tons, men teir kláraðu ikki meira enn 78.000 tons í ár, av teimum 78.000 tonsunum eru 46.000 tons landað í Íslandi.
Í fjør fiskaðu grønlendingar 53.000 tons av makreli við Eystur-Grønland.
Í ár hava tað verið 18 skip á makrelveiðu, í fleiri av teimum 18 skipunum er partapeningurin bæði grønlendskur og íslendskur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald