2013-12-11 21:15
Í nátt kl. 03:28 fekk politiið fráboðan um eitt innbrot íhandlinum hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni í Havn.
Tá politiið kom á staðið bleiv staðfest, at tann einirúturin var knústur við, at skotið var ígjøgnum rútin við einihøglbyrsu. Eisini bleiv ein lektahamari funnin á staðnum.
4 hálsketur av sama slagið, sum vístar á myndini, eru stolnar.Keturnar hava eitt samlað virðið uppá 5045,- kr.
Vit vilja fegin hava hjálp frá borgarunum og heita tí áfólk, um et seta seg í samband við okkum á tlf. 351448, um tit hava sæð,hoyrt ella verið í umráðnum hetta tíðarbilið.
Ein borgari hevur boðaðpolitinum frá, at eitt skot hoyrdist í nátt kl. 02:22, so alt bendir á, atinnbrotið er framt um hetta mundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald