JN

Gróður og veðurlag kannast

...

2013-11-12 17:51 Author image
placeholder

1. november byrjaði Sólvá Káradóttir Eliasen sína PhD-verkætlan á Havstovuni. Verkætlanin ber heitið ???Marine Climate Effects on Primary Production around the Faroe Islands???

Føroyski landgrunnurin hevur stóran týdning í føroysku fiskivinnuni, og tí hevur tað stóran áhuga at skilja betur, hvussu veðurlagið ávirkar vistskipanina á Landgrunninum. Grundarlagið undir allari føðiketuni á Landgrunninum er gróðurin, og í hesi verkætlanini verður hugt at, hvussu gróðurin á Landgrunninum verður ávirkaður av veðurlagnum. Mátingar, gjørdar seinastu 20 árini, verða eftirkannaðar, umframt at eitt modell frá DMI eisini fer at verða nýtt og útbygt við tí fyri eyga, at fáa greiðari fatan av, hvussu dynamikkurin í sjónum á Landgrunninum ger, at onkur ár er nógvur gróður og onnur ár lítil gróður.

Sólvá er innskrivað til PhD-lestur á Fróðskaparsetrinum, og verkætlanin verður fíggjað av donsku stjórnini.

Kelda: hav.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder