JN

Grindin í Hvalba: Vóru klárir

...

2014-08-13 15:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

www. sudurras skrivar: Vóru umstøðurnar í sjónum betur, so er lítið at ivast í, at grindin, ið varð funnin við Skarvanestanga í gjár, hevði lagt beinini í Hvalba.

Men ókyrt var og grindin kavaði. Menn funnu ikki grindina aftur, tí slapp grindin á hesum sinni.

Væl fyrireikaðir

Í gjár fingu fólk tó eina sera greiða mynd av, at løgreglan, grindaformenn, grindafólki og onnur eru sera væl fyrireikaði til at taka ímóti grind í Suðuroynni.

Tað gekk bert lítil løta frá tí at grindin var funnin, til eitt vælmannað løgreglulið var klárt í Suðuroynni. Fleiri løgreglufólk vóru í Suðuroynni, men tyrlan kom eisini suður við 9 løgreglufólkum, so tað vóru útvið 20 løgreglufólk á staðnum, stutta tíð eftir at boðað varð frá grind.

Bert fáar minuttir eftir at tað var greitt, at grindin skuldi haldast til í Hvalba, var sandurin í Hvalba eisini avbyrgdur. Bert grindaformenn sloppu inn um gyrðingina, og eitt vælmannað løgreglulið tryggjaði, at ongin óviðkomandi kom framat.

Varð grindin hildin til, so sloppu bara fólk, sum skuldu luttaka í drápinum oman á sandin. Og greitt var eisini, at bert roynt fólk slapp at stinga við mønustingara og skera háls.

??ti á hevði Brimil leitað sær suður til grindina og eisini ein skjóttgangandi bátur hjá løgregluni var komin suður, soleiðis at skil kundi haldast á, tá rekast skuldi.

Á sandinum í Hvalba var stemningurin spentur, men løgreglufólk, grindaformenn og grindafólki vóru øll púra klár til at loysa uppgávuna.

Sea Shephard ætlaðu útí

Sea Shephard hevur manning kring landið, og soleiðis eisini í Suðuroynni. Filmsliðið var á staðnum og eisini fólki, ið hevur hildið vakt kring oynna, høvdu leitað sær til Hvalbiar.

Filmsliðið royndi at billa fólki inn, at teir ikki vóru partur av Sea Shephard felagsskapinum, meðan vaktarfólkini vóru meiri uppøst og gjørdu klárt at fara í hernað. Tey høvdu við sær vát-draktir, sum tey gjørdu klárt at fara í. So lítið er at ivast í, at tey ætlaðu útí, um so var at grindin varð hildin til.

??ll Sea Shephard fólkini megnaðu tó ikki at koma fram til Hvalbiar. Í eini handavending var ein av Sea Shephard bilunum innisperraður sunnanfyri Hvalbiartunnilin, soleiðis at tey sloppu víðari. Og hetta var eisini ein mynd av, at nú hava fólk fingið nokk av Sea Shephard.

Konfrontatiónin kemur

Lítið er at ivast í, at verður grind hildin til, so verður eisini ein størri konfrontatión millum okkum og Sea Shephard fólkini. Fleiri høvdu vónað, at hendan konfrontatiónin kom í gjár, soleiðis at vit kunnu berja okkum burturúr hersetingini, sum vit hava verið í alt summar.

Í Hvalba var hugburðurin greiður, nú er nokk við hesum Sea Shephard fólkunum, nú mugu vit fáa frið at verða føroyingar og gera sum vit plaga í egnum landi!

Grindin varð ikki hildin til í Hvalba í gjár, men grind kemur aftur, og eru Sea Shephard fólkini her tá, so kemur konfrontatiónin.

Tað skrivar www.sudurras.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder