2013-09-06 16:37
Fyri løtu síðan varð boðað frá, at ein grind var vestur úr Trælanípuni.
Vit fylgja við hvussu gongst og skriva her.
Tað verða eystfalskyrrindi um 2-tíðina, so tað skuldi ligið væl fyri, at rikið grindina á Sandavág.
kl. 12. Grindin er 1,9 fj. úr Múlanum og gongur inneftir, tað eru 6 bátar hjá grindini.
kl. 12.50. Nú síggjast bátarnir úr Sandavági - Grindin er ring at fáast við, hon kavar illa og kemur onkuntíð upp uttanfyri bátarnar. Júst nú eru teir staddir 2,7 fj. suður úr Presttanga. Tað eru umleið 20 bátar hjá grindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald