Mentan

Grindaboð í Grønlandi

...

2014-09-18 00:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Næmingarnir í 8.flokki á skúlanum á Giljanesi fingu eina serstaka uppliving, tá ið teir í gjár upplivdu, hvussu grindaboð gongur fyri seg í Grønlandi.

Næmingarnir eru í løtuni á námsferð í lítlu bygdini Niaqornaarsuk við Diskovíkina í vesturgrønlandi. Hetta er ein ferð, ið er í samband við eina Nordpluss verkætlan um livilíkindi á smáplássum í Norðuratlantshavi.

Tá ið Grønlendingar fara í grind, er tað eitt sindur øðrvísi enn hjá okkum. Teir tysja allir avstað í teirra bátum, men har heldur líkheitin eisini uppat. Hvalirnir verða ikki togaðir inn og skornir á háls, sum vit kenna tað. Ístaðin verða teir skotnir við riflu. Síðani verður eitt flot bundi í teir, so teir skulu finnast aftur. Eftir hetta verða teir sleipaðir til lands.

Tvøstið og spikið verður brúkt til føði hjá mongu sletuhundunum í økinum. Íbúgvar í Niaqornaarsuk vóru tó forvitnir at frætta um, hvussu vit nýta tvøstið og spikið av hvalinum. Teir vóru eisini áhugaðir í at royna hetta. So tað skuldi ikki verið løgið, um onkur grindalykkja verður at síggja í lítlu bygdini komandi tíðina.

Onkur av næmingunum í flokkinum var eisini so heppin at sleppa við í grind.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder