JN

Grind í Haraldssundi

...

2014-07-30 17:34 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

Karl Johansen, sýslumaður, sigur við nordlysid.fo, at teir hava viðgjørt ymisku spurningarnar í morgun, nú grindin er í Haraldssundi, sum ikki er hvalvág og nú veðrið er heldur keðiligt.

- Vit hava tosað við grindaformenninrar norðanfyri. Eingin bátur er norðanfyri byrgingina og tað verður boðað frá vindi í upp til 18 m/s í dag. Tá er ikki ráðiligt at senda bátar norður um nakkin til grindina. Tískil kunnu bara stórir bátar fara til grindina, men vit kunnu ikki drepa grindina bara við stórum bátum. So niðurstøðan hjá okkum er tann, at vit goyma grindina í Haraldssundi til í morgin. Og eydnast tað, so verður hon rikin norður eftir runt Múlan og inn á Hvannasund, sigur Karl Johansen, sýslumaður við Norðlýsið. Ein gummibátur er hjá grindini, og tað er ein politi-bátur. Onkur hevur mett grindina til áleið 80 hvalir. Skrivar nordlysid.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder