2014-05-18 15:07
Tíðliga í morgun var ein grind funnin útfyri Leirvík. Grindin fór suður við landinum, suður á Hagaleitið, tá fór hon útfrá og so norðuryvir aftur. Ein einsamallur bátur rak grindina inn á Fuglafjørð, har tað hevur verið roynt at handa henni til, men tað hevur ikki eydnast enn.
Karl Johansen sýslumáður segði við ??F fyri løtu síðan, at teir fara at royna aftur, hann segði eisini, at tað vóru 20 bátar hjá grindini, men fleiri vóru ávegis. Grindin er ikki stór - uml. 30 hval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald