JN

Grein um Myastenia Gravis tilburðir í Føroyum

...

2014-08-04 14:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Poul Joensen, neurologur, hevur í juli grein um sjúkuna sjáldsomu sjúkuna Myastenia Gravis í tíðarritinum Acta Neurologica Scandinavia. Greinin kallast "Myasthenia gravis incidence in a general North Atlantic isolated population".


Talan er um eina autoimmuna nervalagssjúku, sum ger at vøddarnir serliga í andlitinum møðast skjótt. Frá 1986 til 2013 hava 12 fólk fingið staðfest sjúkuna í Føroyum. Hetta samsvarar væl við talið av tilburðum í Evropa, sum higartil hevur ligið uundir 10 fólk fyri hvørja millión.

Sambært Poul Joensen vita vit ov lítið um sjúkuna í Føroyum, og tí er vandi fyri, at allir tilburðir ikki verða staðfestir og viðgjørdir.

Nýggjar kanningar í Stórabretlandi, Norra, Italoa og Spania vísa, at tilburðirnir har eru tvær ella tríggjar ferðir fleiri enn higartil staðfest.

Greinin kann lesasther.

Hoyr samrøðu við Poul Joensen um kanningar hansara í??tvarpinum 16.6.20

Kelda: gransking.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder