JN

Grein í fremsta altjóðarættar tíðarriti

...

2013-11-05 05:18 Author image
placeholder

Bjørn Kunoy hevur útgivið grein í seinastu útgávu av British Yearbook of International Law. Tíðarritið verður útgivið av Oxford University Press og telist millum allarstørstu altjóðarættar tíðarritini.


Greinin hjá Bjørn nevnist ???The Delimitation of an Indicative Area of Overlapping Entitlement to the Outer Continental Shelf??? og útgreinar galdandi reglur, ið hava við landgruns marknamál at gera. Dentur verður serliga lagdur á, í hvønn mun neyðugt er hjá landgrunsnevnd Sameindu Tjóða at hava viðgjørt ytru landgrunskrøv hjá stríðandi pørtum í marknamálum, áðrenn marknalinjur verða ásettar av einum altjóða dómstóli ella gerðarrætti. Les samandrátt av greininiher.

Les um British Yearbook of International Lawher,

Les um Bjørn Kunoy íHeilagrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder