Politikkur

Greið mál fyri brekpolitiska økið

...

2014-09-04 00:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í 2009 tóku Føroyar undir við ST sáttmálanum fyri fólk við breki. Hetta var eitt stórt framstig á økinum, sum øll fegnaðust um, men ein sáttmáli stendur ongantíð einsamallur. Fleiri átøk eru framd eftir, at sáttmálin kom í gildi. Nevnast kann m.a.:

· Lóg um at banna mismuni vegna brek á arbeiðsmarknaðinum

· Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk

· Kunngerð um atkomuviðurskifti frá 2010

· Tilsamans 24 vardir bústaðir verða bygdir í Klaksvík og Runavík

· 8 íbúðir í búfelagsskapi verða bygdar í Klaksvík, og sum standa lidnar í næstum.

· Depil til fjølbrekað í Runavík stendur liðugur í november

· Virknis- og umlættingardepil verður bygdur og stendur liðugur í 2016

· Farið er undir fyrireikingarnar til sambýli fyri fólk við serligum avbjóðingum í Havn.

· Studentaflokkur stovnaður til fólk við avbjóðingum innan autismuspektrið

Hóast nógvir glottar eru at hóma, er enn langt á mál, til at vit kunnu siga, at Føroyar fult og heilt kunnu liva upp til ST sáttmálan fyri fólk við breki. Í næstum skulu Føroyar til sína fyrstu próvtøku hjá ST um sáttmálan fyri fólk við breki. Vit eru greið yvir, at vit uttan iva fara at fáa ábreiðslur, men eins og vit gjørdu, tá vit vóru til próvtøku í ST barnarættindasáttmálanum, har vit miðvíst hava loyst trupulleikarnar, fara vit eisini at gera tað, tá niðurstøðurnar frá ST koma um breksáttmálan.

Eitt nú hevur MBF í síni skuggafrágreiðing, sum júst er latin ST, fýlst á, at vit í Føroyum vanta eina eind í fyrisitingini, sum hevur ábyrgd fyri økinum, og sum kann samskipa tiltøk og átøk fyri fólk við breki. Hetta er eisini álagt okkum sambært grein 33 í sáttmálanum. Í vikuni varð avgjørt á landsstýrisfundi, at Almannamálaráðið skal átaka sær at vera miðsavnandi eindin sambært breksáttmálanum. Almannamálaráðið fær m.a. ábyrgd av at tryggja, at rættindi sambært sáttmálanum verða framd í verki. Hetta verður gjørt m.a. við at gera neyðugar lógarbroytingar, virkisætlanir, luttaka í rapporteringum til ST og tryggja at tilmælini frá ST verða fylgd upp. Harumframt eiga vit at umhugsa, hvørt tørvur er á at fáa í lag eina samskipandi eind í landsfyrisitingini. Hetta fyri at tryggja, at ásetingarnar í sáttmálanum verða framdar í verki, og at samskipanin á økinum er so góð sum gjørligt.

Tað er alneyðugt, at vit seta okkum greið mál tey komandi árini fyri, hvat vit vilja røkka innan tey ymsu økini hjá landsstýrisfólkunum.

Neyðugt við brekpolitikki

Nú Almannamálaráðið hevur fingið hesa uppgávu á økinum, havi eg sum landsstýriskvinna á økinum ætlanir at lata gera ein brekpolitikk við heilt greiðum málum, ið vit eiga at røkka tey komandi árini. Landsstýrisfólkini hava framvegis ábyrgd við sínum øki, og ætlanin er saman við landsstýrisfólkunum at stinga út í kortið eina ítøkiliga ætlan, ein brekpolitikk fyri tey næstu 20 árini um, hvussu vit ítøkiliga kunnu loysa avbjóðingarnar á økinum, eitt nú við atkomuviðurskiftum, við bústaðartilboðum, við skúlatilboðum o.a. Umframt at fáa greiðar politiskar ætlanir er eisini neyðugt, at vit fáa eina dagførda sosiallóggávu á økinum, og hetta er ábyrgd hjá Almannamálaráðnum.

Lóg um tænastur til fólk við serligum avbjóðingum (sosiallóg)

Føroyar yvirtóku forsorgarøkið í 1995 og skiftandi samgongur og landsstýrisfólk hava sett sær sum mál at fáa eina nýggja forsorgarlóg. Hetta 20 ára gamla ynski er loksins við at koma undir land, hóast talan ikki verður um eina stóra samlaða forsorgarlóg, men heldur fleiri lóggávur, sum hava við tænastur og veitingar hjá okkara borgarum at gera. Arbeiðið er komið væl ávegis, og samtyktar eru lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk, veitingarparturin í forsorgarlógini og lóg um tænastur á eldraøkinum, umframt ein ørgrynna av øðrum ótíðarhóskandi reglum í forsorgarlógini eru dagførdar. Ein av síðstu pørtunum, sum enn er eftir at gera er dagførdar reglur um trivnaðarøkið, ella tað økið sum hevur við borgarar við serligum tørvi at gera.

Í sambandi við henda síðsta partin av forsorgarlógini var eg í vár á vitjan á 8 sambýlum í høvuðsstaðnum til tess at kunna meg um støðuna hjá okkara borgarum við serligum tørvi, teirra bústaðarumstøður og annars hoyra um ? royndir frá starvsfólkum innan økið. Hóast viðurskiftini langt frá eru nøktandi allastaðni var tó hugaligt at síggja, hvussu dugnalig og góð starvsfólkini vóru til sítt arbeiði. Arbeiðið við nýggju lógini, sum er farið av bakkastokki, verður m.a. greiðari reglur um:

· Regluverk um bústaðir og virknistilboð

· Nútímans reglur um stuðulsskipanir, m.a. BPA, ið er ein skipan har tað í størri mun er møguligt hjá tí einstaka at leggja sær sín gerandisdag til rættis

· Greiðari reglur um menningarætlanir fyri tann einstaka

· Góðskueftirlit við bú- og viknistilboðum

· Námsfakligt eftirlit

Gongst sum ætlað kann lóggávan um tænastur til okkara borgar við serligum avbjóðingum verða liðug til komandi tingár.

Føroyar skulu taka sær av øllum sínum børnum

Føroyar hava eina svarta søgu, tá tað snýr seg um at senda fólk við serligum avbjóðingum av landinum. Eisini í nýggjari tíð hevur tað verið vanligt, at vit senda børn á viðgerðarstovn í Danmark eftir forsorgarlógini og eftir barnaverndarlógini.

Tá eg tók við sum landsstýriskvinna var tað serliga eitt sum undraði meg stórliga, og sum harmaði meg almikið, at landsstýrisfólk bókstavliga skuldu blástempla børn av landinum. Eg setti mær fyri at broyta hesa margháttligu siðvenju beinanvegin og setti mær sum mál, at vit í Føroyum skulu geva hesum børnum viðgerð í einum heimligum umhvørvi, heldur enn at senda tey til eitt fremmant land við fremmandari mentan og fremmandum máli.

Gongdin er í dag vend, og lógarheimildirnar broyttar, soleiðis at vit í størri mun kunnu nýta peningin til viðgerðartilboð í Føroyum heldur enn at senda børnini til Danmarkar til eitt viðgerðartilboð. Í 2011 tá eg tók við sum landsstýriskvinna vóru tað 25 børn, sum vóru send á stovn í Danmark. Í dag er tað millum heilt fá og onki barn, sum er á viðgerarstovni í Danmark. Gaman í eri eg greið yvir, at mong av hesum børnum hava samansettar trupulleikar, og at tað hevur verið tørvur á at geva teimum eitt gott tilboð aðrastaðni, sum vit ikki kunnu geva teimum her í Føroyum, men um vit ongantíð broyta siðvenju og mannagongdir, so verður fakligi førleikin heldur ikki mentur í Føroyum á økinum. Somuleiðis eri eg eisini greið yvir, at tað kunnu vera byrjanartrupulleikar ella ???barnasjúkur??? við teimum tilboðum vit veita, men málið hjá okkum má vera, at vit skulu kunnu taka okkum av okkara børnum, óansæð hvussu trupult tað er, tað er okkara skylda sum samfelag at vera góð við øll okkara børn og ikki flyta tey við avbjóðingum av landinum.

???Tann góða tilgongdin??? ??? ein hurð inn til tað almenna

Hóast vit hava strammað upp um vit senda børn av landinum ella ikki, eru tað tíverri alt ov nógvar familjur, sum kenna seg noyddar at flyta til eitt nú Danmarkar, tí myndugleikarnir í Føroyum ikki samstarva nógv væl, og tilboðini o.a. ikki eru nøktandi. Hetta hava vit arbeitt við í rúma tíð undir heitinum ???Tann góða tilgongdin???, sum er eitt tvørpolitiskt samstarv millum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og kommunurnar og undirliggjandi stovnar til tess at fáa eitt betri heildartilboð til børnini og teirra familjur. Arbeiðið hevur tikið útgangsstøði í tveimum familjum við børnum við autismu. Royndir frá hesum familjum vóru skelkandi, og niðurstøðan var greið, tað var strævnari at fáast við myndugleikarnar enn at fáa eitt barn við autismu. Arbeiðið við at skipa øðrvísi mannagongdir um samstarv millum myndugleikar er um at koma undir land, og um eina viku ella so verður yvirlýsing undirskrivað millum landsstýrisfólkini um hetta samstarv og arbeiðið til frama fyri børn við serligum avbjóðingum og familjur teirra.

Tó leiðin mangan tykist long, so eru nógvir glottar at hóma, og nógv arbeiði er sett í gongd við tí eina endamáli, at bøta um viðurskiftini hjá okkara borgarum við serligum avbjóðingum.

Annika Olsen

Landsstýriskvinna í almannamálum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder