Fyri einum góðum ári síðani játtaði danska stjórnin 10 mió kr til at granska broytingar í havveðurlagnum í havøkinum millum Føroyar og Grønland og hvussu tær ávirka uppsjóvarfisk. Granskingin er samstarv millum Danmark, Føroyar og Grønland.
Í vár setti stýrisbólkurin fýra granskarar: tvey PhD lesandi og tveir PostDoc granskarar.
Stýrisbólkurin hevur nú sett tann seinasta granskaran í hesum samstarvinum. Selma Pacariz er útbúgvin PhD í havfrøði og skal kanna stórskalabroytingar í havfrøði í Norðuratlantshavinum. Hennara havfrøðiligu kanningar skulu stuðla undir lívfrøðiligu kanningarnar av uppsjóvarfiski og æti, sum onnur í granskingarsamstarvinum gera, umframt at tær skulu knýta saman kanningarnar í teimum ymisku havøkjunum.
Selma Pacariz er sett á Havstovuni, men í sínum arbeiði fer hon eisini at vistast á DTU-aqua og Grønlands Naturinstitut. Tá hon ikki er á einum av hesum stovnum, er hon á Universitetinum í Gøteborg.
Kelda: hav.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald