2020-09-08 09:02
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Gøtunes kemur á Tvøroyri tíðliga í kvøld við 1.300 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, tað er góð sild, sum teir hava fiskað. Teir sleppa at landa beinanvegin, teir koma á Tvøroyri.
Gøtunes hevur roynt norður úr Íslandi, á Kolbeinseyrygginum, har eru í løtuni eingi íslendsk skip, sum fiska sild, men tvey føroysk skip eru har - Finnur Fríði og Tummas T.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald