Vinna

Gøtunes kemur á Tvøroyri seinnapartin

...

2021-04-20 10:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gøtunes kemur á Tvøroyri seinnapartin, teir verða  inni kl. 16, Gøtunes hevur 1.050 tons av svartkjafti, sum teir landa til Varðan Pelagic, har svartkjafturin verður heilfrystur.

Gøtunes hevur fiskað sunnast í føroyskum sjógvi, annars gongur svartkjafturin norðureftir - okkurt av skipunum, sum hava landað í Fuglafirði hevur troffið við svartkjaft miðskeiðis millum markið sunnanfyri og Akraberg, tað er vanliga gongdin, men kanska heldur tíðliga áveg norðureftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder