JN

Gott jólaborðhald

...

2013-11-19 02:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygarkvøldi var størsta jólaborðhald, ið nakrantíð er hildið her á landi - 585 ungdómar hittust í Badmintonhøllini í Tórshavn til jólaborðhaldi, sum ?? skipaði fyri.

Tiltakið vardi í 6 tímar, tað byrjaði klokkan 19:00 og var sett til at enda klokkan 01:00. Um gott 20-tíðina var høllin fullsett. Tað varð sungið felagssangir, sum øll duga - fólk hugnaðu sær óført. Samstundis, sum fólk sungu felagssangir, var eitt og eitt borð biðið um at koma at fáa sær uppá tallerkin. Nátturðin, sum boðin var, var góð fiskasuppa. - Nógv fólk tosaðu áðrenn um, at tað kundi veri ein betri nátturði, sum man fekk, men tey gjørdust bilsin av, hvussu væl fiskasuppan smakkaði.

Aftaná at fólk vóru liðug at eta, varð fari uppá gólv ??? tað gekk ikki so væl at byrja við, men so tók skiparin mikrufonina, tá gekk straks betri og fólk kvøðu við. Tað vóru fá av teimum 585 fólkinum, sum ikki vóru við í ringinum.

Aftaná føroyska dansin, varð farið yvir til dansin, sum ungdómurin dámar - diskotek dans. Dansað varð til klokkan gott 01:00, tá jólaborðhaldið, sum ?? skipaði fyri var at enda komið.

Eisini varð skipa fyri ymiskum kappinum gjøgnum kvøldið. Har var Studentaskúlin í Hoydølum nógv tann besti skúlin.

Eitt sum var sera gott við jólaborðhaldinum var, at tað byrjaði so tíðliga, sum tað gjørdi.

Eisini var tað sera bílig barr, 20 kr fyri øl, 30 kr fyri cider og 15 kr fyri sodavatn.

Alt í alt eitt sera gott tiltak, sum eigur at verða endurtikið næsta ár.

Tað keðuliga veðrið, sum hevði verið alla vikuna broyttist til góðveður móti kvøldi, tað gjørdi, at fólk eisini kundu fara útum til eitt prát v.m.

Seinni ??? tá ið liðugt var í Badmintonhøllini, spákaðu tey flestu sær oman í býin.

Myndirnar hevur Sámal Rasmussen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder