2021-08-29 09:25
Gøtunes siglir inn av makrelfeltinum, teir hava 730 tons, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri tíðliga í kvøld.
Teir hava bæði roynt í altjóða- og í føroyskum sjógvi, støddin í altjóða sjógvi lá millum 480 og 500 gramm, í føroyskum sjógvi lá støddin um 430 gramm.
Veðrið er gott norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald