Fólkaheilsuráðið:
Mikudagin 6. august fara vit aftur til gongu; tá eru tveir túrar á skránni.
Annar túrurin verður í Vágum, har gingið verður norður á Bøssdalafoss. Vit møtast við politistøðina í Miðvági kl. 18.00.
Hin túrurin er í Fuglafirði, har vit fara at ganga runt í bygdini, vitja á søvnum v.m. Vit møtast við Kunningarstovuna kl. 17.00.
Báðir túrarnir eru ókeypis, við ferðaleiðara og lættir at ganga.
Vágar: Gongutúrur út á Bøssdalafoss
Túrurin norður á Bøssdalafoss er ein lættur túrur. Vit møtast við ferðaleiðaranum við politistøðina í Miðvági og farið verður til gongu eftir gomlu gøtuni. Ferðaleiðarin veit nógv at fortelja á túrinum, og komin út, er útsýnið eitt tað vakrasta ein kann hugsa sær. Heimaftur verður gingið framvið vatninum til tey vøkru gróthúsini, sum har standa. Hetta er ein stuttur og lættur túrur, sum tekur um leið 3 tímar.
Túrurin tekur uml. 3 tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald