2017-05-14 22:59
Tað hevur gingið óføra skjótt at leggja nýggja vøllin á Pálsoyruna í Sørvági.
Í kvøld sá út sum at arbeiðið er um at verða liðugt. Í myrkrinum í kvøld var arbeitt av makt, helst tí at veðurforsøgnin fyri dagin í morgin ikki er tann besta.
Helst verður klárt at spæla á Pálsoyruni aftur komandi vikuskiftið.
Myndirnar eru tiknar um 23-tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald