2014-12-16 05:08
Farmaskipið Godafoss hjá Eimskip, sum var á Havnini í gjár ávegis til Ísland, fór av Havnini kl. 2 seinastu nátt. Teir komu í rættuligt óveður norðanfyri Føroyar og seinnapartin í dag mistu teir 4 bingjur fyri borð.
Godafoss er enn í kvøld á somu leið, sum teir vóru, tá ið teir mistu bingjurnar. Tað er enn óveður norðanfyri. Godafoss var kl. 23 í kvøld staddur á 62,5N og7,3V - Í kvøld varð aldan norðanfyri 9 metrar høg.
Í gjáranáttina misti Dettifoss 3 bingjur fyri borð, teir vóru tá staddir í óveðri vestur úr Hetlandi ávegis til Evropa.
Les eisini: Tað verður aftur nógvur vindur í nátt.
Les eisini: Fleiri skip kroka á Borðoyarvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald