6 føroyskir súkklarar eru nú á hvítusunnu í Jyllandi, har tey í 3 dagar kappast í kappingini ???Pinseløbet???
Vit hava fingið úrslitini frá í dag, har føroyingarnir rættuliga hava gjørt um seg.
Torkil Veyhe, sum súkklar í A-bólkinum lá væl fyri til ein km. restaði í, tá duttu fleiri í hansara felti, og Torkil fór at hjálpa teimum sum duttu ??? fleiri av teimum vóru á hansara liði ??? A-bólkurin kappaðist á 138 km.
Í C bólkinum eru Jóanis Albert Nielsen og Dávur Magnussen. Jóanis Albert bjóðaði rættuliga av, hann kom inn á einum deildum 4. Plássi við tíðini 2.33.28 og meðalferðini 40,8 ??? nr. 1 í bólkinum hevði tíðina 2.32.30 og meðalferðina 40,9, teir kappaðurs á 104 km. Dávur var ikki við í dag.
Gunnar Dahl Olsen, sum er í bólkinum Veteran H40, kom í dag á mál saman við nr. 1 og øllum teimum fyrstu ??? við tíðini 2.29.09 og meðalferðini 41,8 ??? teir kappaðust eisini á 104 km.
Christian Guttesen súkklar í bólki D, súkklan punkteraði, so hann gjøgnumførdi ikki.
Í bólkinum Gentur U11 vann Gullborg Guttesen við tíðini 30 min. 36 sek ??? meðalferðin 31,4 ??? tær kappaðust á 16 km.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald