JN

Góð undirtøka til landsinnsavningina

...

2014-09-14 01:09 Author image
placeholder

Í góðveðrinum, leygardagin 13. september, gingu meira enn 400 sjálvboðin við bússu, hurð til hurð, í sambandi við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi Føroya.

Fólk hava tikið væl ímóti innsavnarunum hjá Reyða Krossi. Í húsum, har fólk ikki vóru inni, eru kort løgd í postkassarnar við kunning um virksemi hjá Reyða Krossi Føroya heima og úti, og til ber at stuðla landsinnsavningini við 100 krónum við at ringja 90 56 56.

Tá avtornaði, vóru fimm rutur í Havn, sum ikki vórðu gingnar. Hesar rutur verða gingnar um kvøldið í næstu viku.

Reyði Krossur Føroya takkar øllum hjartaliga, sum stuðla bæði sum innsavnarar og við peningi. Eisini takka vit peningastovnunum, sum hava havt deildir kring landið opnar í sambandi við innsavningina.

Tá allar bússurnar eru komnar í bankan og taldar, verður úrslitið almannakunngjørt, sigur Reyði Krossur í skrivi í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder