
Í Kristiligu Tíðindasendingini fyri tveimum vikum síðani høvdu vit eitt tíðindainnslag um GLS-leiðsluráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, sum verður nú í januar. Av tí, at hetta verður seinasta tíðindasending áðrenn GLS, ynskja vit at koma við eini sokallaðari GLS-áminning. GLS stendur fyri Global Leadership Summit, sum merkir ALTJ??ÐA LEIÐSLURÁÐSTEVNAN.
Nú eru tað ikki mangir dagar til GLS-leiðsluráðstevnan fer av bakkastokki fríggjadagin og leygardagin 18 ??? 19 januar. Pláss er fyri umleið 400 luttakarum, og til dags dato hava umleið 250 melda luttøku, sum enn er opin. Um ein ynskir at melda til, so kann tað gerast á GLS.fo ella á tlf: 289796. Kostnaðurin fyri báðar dagarnar eru 1.400,00 krónur, og tá er íroknað morgunmatur, døgurði, drekkasteðgir og arbeiðsmappa.
GLS-Stevnan í ár verður tann tólvta i røðini síðani 2008, tá fyrsta GLS-leiðsluráðstevnan varð hildin í Føroyum. Stevnan hevur altið verið væl vitjað av fólkum í øllum aldri um øll samkomumørk og eisini frá øllum løgum í samfelagnum, og Stig Elttør, sum er formaður í nevdini, sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at hann roknar við góðari luttøku aftur í ár.
BILL HYBELS IKKI VIÐ
Stig Elttør sigur, at tann stóra broytingin í ár verður, at stovnarin av altjóða GLS- tiltakinum, Bill Hybels, sum altið hevur verið tann, ið hevur sett stevnuna, og sum stevnuluttakararnir altið hava sæð fram til, er ikki longur ein partur av GLS-tiltakinum, og verður tí ikki at hoyra í Norðurlandahúsinum í ár. Kristiliga Tíðindasendingin hevur skilt, at formaðurin í føroysku GLS-nevndini, Stig Elttør, kemur at greiða luttakarunum frá viðurskiftunum í samband við Bill Hybels.
Aftur í ár verður luttøka við fleiri føroyskum tónleikarum og tónleikabólkum, so sum Petur Háberg, bólkurin VSJ og Maria á Lakjuni. Eisini verður felagssangur á skránni. Tað verða tey bæði, Heri Kjærbo og Margaret Dalheim Djurhuus, ið vera stevnuleiðarar.
Møguleiki verður at keypa bøkur, sum fyrilestrarhaldararnir hava skrivað, og fleiri av teimum eru bestseljandi rithøvundar á bókalistanum hjá New York Times.
Undanfarnu ár hava fyrilestrarnir altið verið til sølu á fløgu, sum hevur verið til keyps á stevnuni. Í ár verða fyrilestrarnir ikki á fløgu, men ístaðin verður møguleiki at ogna sær fyrilestrarnar á geyma.
SKRÁIN
Skráin fyri stevnuna liggur nú á heimasíðuni hjá GLS, og har sæst, at morgunmaturin er báðar dagarnar frá kl.08:00 til 09:00, og at Tóra við Keldu kemur at hava sín fyrilestur fríggjadagin kl.15:00, og at samrøðan við Hildu Viderø verður leygarmorgunin kl.09:00
Kl.16:00 leygardagin er tólvta GLS-leiðsluráðstevnan av á hesum sinni, og sum vanligt hevur verið, ber til longu tá at melda seg til GLS 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald