2018-11-28 16:04

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, hevur gjørt av at setaí verk eina gjøgnumgongd av byggimálinum fyri Glasir beinanvegin.
Gjøgnumgongdin skal fevna um:
- tilgongdina frá fyrireiking og samtykt av byggiverkætlanini
- fígging, játtan og nýtslu í samband við byggingina
- hví týðandi byggimanglar tykjast vera, eftir at skúlin er tikin í nýtslu
- hví fráboðan um manglandi játtan nústani kemurEndamálið við gjøgnumgongdini er at fáa staðfest, um luttakandi partar í verkætlanini hava røkt sínaruppgávur á nøktandi hátt.
Niðurstøða verður gjørd í málinum innan tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald