2014-03-31 20:09
1. apríl eru tað 75 ár síðani Gjaldstovan varð sett á stovn. Dagurin verður hátíðarhildin, og Gjaldstovan bjóðar til móttøku henda týsdag í apríl. Mót-tøkan er klokkan 14:00 úti á Gjaldstovuni, í Kvíggjartúni 1 á Argjum.
Á skránni eru stuttar talur, boð uppá leiklutin hjá stovninum næstu 25 árini, okkurt gott undir tonnina og tónleikur.
Vit á Gjaldstovuni gleða okkum at fagna dagin saman við tær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald