??rslitið á gjaldsjavnanum fyri 2012 var eitt hall upp á 446,9 mió. kr. í mun til eitt yvirskot upp á 883,8 mió. kr. í 2011. Verður innflutningurin av skipum og flogførum upp á uml. 1,3 mia. kr. tikin burtur úr uppgerðini gevur hetta eitt yvirskot upp á uml. 881,5 mio. kr. |
|
|
|
Vøru- og tænastuhandilin Vøru- og tænastuhandilin gav eitt stórt hall í 2012. ??rslitið var -2,04 mia. kr. Av hesum var uml. 1,33 mia. kr. innflutningur av skipum og flogførum.
|
|
Vóru hesar íløgur í skip og flogfar tiknar burturúr, hevði vørujavnin havt eitt yvirskot upp á uml. 330 mió. kr. Vaksandi eftirspurningur eftir fiski runt um í heiminum og størri fiskatilfeingi hjá uppsjóvarflotanum vóru høvuðsorsøkirnar til at útflutningurin vaks í 2012.
Tænastuhandilin liggur á umleið sama støði sum undanfarin ár. Ein neyvari lýsing av vøru- og tænastuhandlinum har tænastuhandilin er kjarnan, kemur í aðrari grein 6. februar. Lønar- og ognarinntøkur Sum tað sæst so vaksa inntøkuflytingarnar framhaldandi, og er úrslitið eitt yvirskot upp á 739,6 mió. kr. fyri 2012. Tað er serliga lønarinntøkur úr útlondum, sum eru orsøk til hendan vøkstur.
|
|
Ognarinntøkurnar eru eisini hækkaðar nógv, men úrslitið er tó eitt hall upp á 88,9 mió. kr. Talan er serliga um avkast frá íløgum í kapitalpartar og virðisbrøv íroknað lánsbrøv umframt rentur av lánum, uppsparing, vøru- og tænastukredittir. Ein neyvari lýsing av inntøkuflytingunum kemur tann 20. februar.
Rakstrarflytingar Rakstarflytingarnar millum Føroyar og útheimin eru í høvusheitinum samansettar av flytingum millum Føroyar og Danmark. Tað er ríkisveitingin sum eigur bróðurpartin av inntøkunum til landið. Afturat hesum kemur eisini raksturin av donsku stovnunum í Føroyum, eftirlønir, yvirskot frá tjóðbankanum, endurgjøld oa.
|
|
Undir ???Annað??? er talan serliga um tryggingartænastur, krígspensjón og heiðurgávur, inn- og útgjald vegna eftirlønir í Danmark umframt pensjónir til føroyingar uttanlands og onnur ið hava rætt til pensjón úr Føroyum. Tann stóra inntøkan í 2011 í mun til 2010 og 2012 skyldast endurtryggingargjøld frá tryggingarveitara í útlondum vegna stormskaðar og eldsbruna umborð á skipi í 2011.
Ogn og skuld uttanlands Uppgerðin av ogn og skuld fyri 2012 vísir, at nettoskuldin, tað er nettoogn Føroya uttanlands, er vaksin til 2.447 mió. kr., sum er ein vøkstur upp á 200,3 mió. kr., hóast hall á gjaldsjavnanum upp á 446,7 mió. kr.
|
|
|
|
Tað eru kursbroytingar, sum gera munin. Broytingin í nettoogn stavar bæði frá gjaldsjavnaúrslitium og kursbroytingum. Kursbroytingar telja ikki við í uppgerðini av gjaldsjavnanum. Gjaldsjavnaúrslitið samsvarar tí av góðum grundum mestsum ongantíð við nettobroytingina í ogn og skuld, tí kursbroytingar eru altíð í einum ári. Hetta skal tó tulkast við varsemi, tí ávís óvissa er knýtt at hesum uppgerðum. Harafturat er altíð nakrar upplýsingar, sum ikki eru tøkar, tá uppgjørt verður. At óvissa er í hesum uppgerðum av gjaldsjavna og uttanlandsskuld, er ikki nakað eindømi fyri Føroyar. Tey flestu londini sum gera hesar uppgerðir, greiða frá hvussu stór henda óvissa er.
Frágreiðingin til vøksturin í nettoognini er, at feilir, ótalt og (serliga) kursbroytingar gera seg galdandi. Kursbroytingin er 647,2 mió. kr. sum er eitt gjaldsjavnahall uppá 446,9 mió. kr. og ein vøkstur í netto ognini uppá 200,3 mió. kr. Ogn og skuld verður nærri viðgjørt í samband við inntøkuflytingarnar tann 20. februar. Um ynski er at finna neyvari tøl yvir fleiri ár, ber til at fara inn á hagtalsgrunninum og velja slag av samanseting av hagtølum undir gjaldsjavni. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald