JN

Gistingarhús, café og handil alt undir somu lon

...

2014-07-14 22:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gamla hotellið í Miðvági er nú sett í stand - Har er gistingarhús - café og handil har allar bakaravørur eru at fáa. Á gistingarhúsinum er 7 rúm, við 12 seingjarplássum. Caféin er eins og handilin í niðastu hædd.

Tað er Marit Magnussen í Miðvági, sum fyri tíð síðan keypti "Gamla hotellið" í Miðvági. Tað er nú sett í stand, og sigast má, at tað er gjørt við hepnari hond.

Á Vestanstevnuni høvdu tey nógva vitjan, á caféini var tónleikur fyri ung og í miðhæddini var tónleikur fyri tey eldru - eitt sera hugnaligt kvøld til bæði ung sum eldri.

Vit á JN.fo ynskja Marit hjartaliga tillukku og góða eydnu við virkseminum.

Sí myndirnar niðanfyri.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder