JN

Gevast at kanna við markið 1. august

...

2021-07-04 17:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 1. august verður kravið um at lata seg kanna við markið til Føroya slept. Tað hevur farsóttarnevndin gjørt av.

Tað merkir, at øll, sum koma til Føroya loftvegis ella sjóvegis eftir 31.juli ikki longur skulu lata seg kanna. Yvirskipaða metingin er, at tað er ráðiligt at sleppa hesum kravinum tá, tí tá standa vit á gáttini at røkka einum floksimmuniteti í Føroyum.

Broytist smittustøðan grundleggjandi, eitt nú við smittsama Delta-fyribrigdinum, er ikki óhugsandi, at kravið um at lata seg kanna við markið, aftur verður sett í verk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder