Politikkur

Gestir í egnum landi

...

2021-02-11 17:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Enn einaferð er tað staðfest ??? føroyingar verða viðfarnir sum gestir í egnum landi.


Gjøgnum danskar miðlar fáa Løgtingið og Føroya fólk at vita, at danir nú ætla at seta ein radara upp í Føroyum.

Hetta er ein avgerð, ið Føroya fólk eigur, og ikki danir.

Men Løgtingið og Føroya fólk mugu bíða eftir at fáa meira at vita, til danski verjumálaráðharrin hevur tíðindafund!

Hetta er ein vanvirðing av Føroyum og føroyingum, og vit mugu ikki góðtaka hesa framferðina.

Í Føroyum skulu bara føroyingar ráða.

Beinta Løwe
tingkvinna, Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder