JN

Gerið uppreistur

...

2013-09-26 21:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gerið uppreistur

Týskvøldið 15. oktober klokkan 19.00 fer danski rithøvundurin og fyrilestrarhaldarin Knud Romer at halda fyrilestur í Høllini í Norðurlandahúsinum um støðuna hjá teimum eldru á røktarheimum. Tað er Tign, ið skipar fyri fyrilestrinum í sambandi við aðalfundin hjá felagnum

Tíðindaskriv 26. september 2013

Undir fyrilestrinum sýnir Knud Romer filmin, ???Et Blad falder til Himlen???, sum er um hansara farvæl við sín dementa pápa.

Pápi Knud Romer búði stutt tíðarskeið á røktarheimi, inntil hann doyði, og Knud Romer er skelkaður av møtinum við tað almenna. Hann lýsir støðuna á røktarheimunum sum skammiliga og mælir til, at avvarðandi og starvsfólk gera uppreistur.

???Det var den værste dag i mit liv, da jeg måtte efterlade min far på et plejehjem. Han var hensat til at leve sine sidste dage isoleret i et hamsterbur på tyve kvadratmeter omgivet af urinstank og uden udsigt til andet end udkogte grøntsager til aftensmad,??? sigur Knud Romer.

"Et blad falder til himlen" varð útnevdur til ein Robert í 2013 í bólkinum ársins stutti dokumentarfilmur.

Tilmelding á nlh.fo

Kostnaður kr. 150,00

Eftir fyrilesturin verður stuttur steðgur og umleið klokkan 21 byrjar aðalfundurin hjá Tign.

Vinarliga vegna Tign

Rúna Sivertsen, forkvinna, tlf. 211520

Hanne-Dot Ludvig, næstforkvinna, tlf. 215950

Betzy Ludvig, skrivari, tlf. 267703

Mary Antonsdóttir, tlf. 210716

Kirstin Simonsen, tlf. 215192

Tóra Tórgarð, tlf. 233176

Torkil Skála, tlf. 514109

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder